APPROACH

AT STANDA FYRI BYGGING, IÐ GER MUN, OG FÆR FÓLK AT TRÍVAST


>> VIRKSEMI

 

+ At fyrireika og fyriskipa bygging.

 

>> TANKAR UM MEINING

 

+ Kjarnin í byggilist er ein hjartasláttur, sum ger mun.

 

+ At húsast væl og liva væl saman.

 

+ At skapa ríkt og kveikjandi samljóð millum bygningar og brúkarar.

 

+ At skilja og hava samband við okkara tíð og okkara umstøður.

 

+ At skapa bygging, sum í senn er eggjandi og manngóð.

 

>> REGLUR AT UMHUGSA Í ALLARI BYGGING

 

+ Hugsa um endamálið.

At skapa bestu karmar um ætlaða virksemið.

 

+ Hugsa um fólkini, sum skulu vera í húsunum.

Tað bygda skal hvønn dag geva teimum gleði og íblástur.

 

+ Hugsa um umhvørvið.

Landslag, veðurlag, eyðkenni, samband við tað verandi.

 

+ Hugsa um samfelagið.

Livandi felagsskapur býr í tí fjølbroytta og serstaka.

 

+ Hugsa um tíðina.

Tíðin broytist, og hús standa í fleiri ættarlið.

 

+ Hugsa um eftirmælið.

Kann tað, sum nú verður gjørt, gerast fyridømi seinni og fáa týdning fyri onnur?