PROFILE

VIÐFEVNT ARKITEKTAVIRKSEMI


+ MAP-arkitektar: Ove Mortensen, Rúni Abrahamsen og Heidi Poulsen stovnaðu MAP Arkitektar Í 2002.

 

+ Arkitektavirkið, MAP Arkitektar, var stovnað við tí stevnumiði, at teknistovan skuldi hava ein avgerandi leiklut millum føroysk arkitektavirkir, bæði við førleika og orku til at loysa stórar verkætlanir.

 

+ Síðani MAP Arkitektar varð stovnað, hevur teknistovan verið eitt framkomið arkitektavirki í Føroyum. Teknistovan hevur við sínum víðfevnda virkisøki, frá projektmenning og ráðlegging til innrætting og útinning, stjórnað fleiri stórverkætlanum í Føroyum.

Løgtingið er annað høvuðsverkið higartil, sum teknistovan hevur latið úr hondum. MAP Arkitektar avhendaði verkætlanina í 2008. Hitt høvuðsverkið, Skúlin á Argjahamri, ið varð avhendaður heystið 2011, er eitt tað størsta byggiverkið í Føroyum yvirhøvur.

 

+ Eigararnir, ið eru útbúnir cand.arch. á arkitektaskúlum í Danmark, hava vunnið tær flestu arkitektakappingarnar í Føroyum tey seinnu árini.

 

+ MAP Arkitektar síggja sítt endamál, at standa fyri bygging, sum ger mun og fær fólk at trívast.