MAP Arkitektar | Bloggur
Jónas Broncks gøta 5 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 551900 | map@map.fo
22629
page-template,page-template-blog-large-image-whole-post,page-template-blog-large-image-whole-post-php,page,page-id-22629,page-parent,qode-social-login-1.0,qode-restaurant-1.0,ajax_fade,page_not_loaded,,select-theme-ver-4.2,side_area_over_content,wpb-js-composer js-comp-ver-5.4.4,vc_responsive

Fyrsta virðisløn fyri Stórutjørn

MAP fekk 1. virðisløn fyri uppskotið til heildarætlan fyri økið við Stórutjørn. í kappingartoyminum vóru eisini Spenn ráðg.verkfrøðingar.

Masterplan Stórutjørn
Visualisering túnhús og grønur geiri web
visualisering 2 millum kráirn

 

Hvat er okkara leiklutur, vit sum hava fingið litið upp í hendur at planleggja eitt nýtt íbúðarøkið?

 

Okkara svar er: at vit mugu skapa karmar um eitt samfelag har tað er pláss fyri okkum øllum. Tað er ikki í lagi at summi ikki hava ráð til ein hóskandi bústað, tað er heldur ikki í lagi at fólk gerðast sjúk av einsemi. Tað er heldur ikki í lagi at vit tína náttúru og djóralív, tá vit skulu herberga okkum sjálvum.

Vit mugu vísa ábýrgd, hugsa í heildum. Geva tí smáa eins stóran ans og tí stóra.

Vit vilja skapa tún og torg har vit natúrliga hittast, vit vilja geva pláss fyri felagsskapinum og fyri einum vaksandi tilvitið um at tilfeingið er avmarkað.

Náttúruríkidømi hava vit bert til láns, tað skal handast víðari til tey næstu nógvu ættarliðini. Vit mugu gera upp við forbrúksmentanina og oyðsl, flestu okkara hava kortini ikki ráð til hana…vit skulu framvegis eiga, men vit skulu eiga minni og deila meira.

Í masterplaninum hava vit raðfest samveru millum menniskju framum bilin. Vit síggja fyri okkum at bilurin missir sítt symbolvirði og verður bert eitt flutningsakfar sum man kann eiga, leiga ella deila, alt eftir tørvi. Harafturímóti hava súkklur og Býarbussurin góðar umstøður í masterplaninum.

Meginreglan er, at ferðslan kann avgreiðast við so fáum koyrivegum sum gjørligt. Miðstaðarøkið og felagstún, har fólk halda til skulu vera bilfrí.

Miðstaðarøki er hjartað í masterplaninum. Har er borgarahús, matvøruhandlar, vakstrarhús og aðrir hentleikar, sum man hevur tørv á í dagligdegnum.

Tjørnin, Stóratjørn, er bindingarliðið millum ítróttarøkið móti vestri og frítíðarøkið móti eystri. Endamálið við báðum økjunum er at fáa fólk út at røra seg, antin til skipaða ítrótt ella til frítíðarlív. Felags fyri bæði økini er, at hesi eru fyri allar borgarar og ikki bert tey sum búgva við Stórutjørn.

Í Ítróttarøkinum eru stórar hallir til íðkan av ymsum ítróttargreinum.

Í Frítíðarøkinum liggur m.a. ein djóragarður sum tekur ímóti barnagarðs- og skúlabørnum til frálæru um djór og plantur. Eitt nú lata børnini uppliva lembingina um vári og luttaka í slaktinum um heystið.

Vit rópa íbúðarøkið við Stórutjørn “eina bygd í býnum”. Her er tað náttúran sum vinnur á býnum og fótprentið er ótætt.

Vit hava eina vón um at vit við hesum masterplaninum megna at varveita vistskipanina á økinum. Ein árinskanning á økinum vísur á, at har reiðrast fuglur sum er í kategoriini er “nærum hóttur” og “hóttur”.

Fyri at varðveita vistskipanina er umráðandi at varðveita so stóran part av Vát- og heiðalendinum sum gjørligt.

Og, sambært djórafrøðingi, so er møguligt at fuglurin framhaldandi fer at reiðrast her, eftir búsetingina. Men, tað krevur at fólki sum býr her gevur fuglinum frið, tá hann reiðrast og kettan, sum er argasti fíggindin hjá fuglinum, kann ikki vera partur av felagsskapinum við Stórutjørn.

Vit hava sum heild raðfest tætta bygging og fáa við hesum masterplaninum pláss fyri umleið 1000-1600 íbúgvar, til samanbering kann sigast at í Kollafirði eru á leið 1000 íbúgvar.

Í uppskotinum er lagt dent á at skapa samanhald millum grannar og at gera felagshentleikar, sum kunnu vera ov kostnaðarmiklir at eiga hvør í sínum lag.

Millum annað hava vit skotið upp eina bygningstypu sum vit kalla Túnhús.

Hetta eru matriklar sum eru nakað størri enn sethúsamatrikkul. Hetta tí at vit meina at hetta tilboðið manglar á húsamarknaðinum í dag. Túnhúsini eru tvær samansettar húsalongdir við 4-8 íbúðum. Við einum felagstúni og smærri bygningningum um túni sum kunnu rúma ymsum felagshentleikum. Eitt nú spælirúm, vakstrarhús, verkstaður, hjallur, gestakamar v.m.

Hetta kann vera eitt minni íbúðarfelag sum tú keypir teg inn í. Sum partur av fleiri verður húsakeyp el. Húsabygging ikki so møtimikil. Her kunnu fleiri ættarlið búgva í sama húsi og tó hava sítt egna.

Kráirnar eru bólkar av 34-38 búeindum, sum liggja rundanum eitt stórt bilfrítt felagsøki við felagshúsi, vakstarhúsi, urtagarði, spæliplássi og felags hentleikum so sum goymsla, hjallar, verkstað og gestaíbúðir til avvarðandi hjá íbúgvunum, ið koma til Hoyvíkar at ferðast. Hesar eru staðsettar við stórari virðing fyri heyggjunum og vøkru útsýnislinjunum fyri eystan.

Í øllum húsatypunum í masterplaninum viðmæla vit at leggja eina fleksibla hædd inn, sum kann leigast út ella inndragast í húsarhaldið alt eftir tørvið. Hetta gevur møguleika fyri at varðveita sín bústað gjøgnum alt lívið, óansæð, um ein hevur tørv á at víðka ella minka um búvíddina hjá sær. Á hendan hátt kunnu tey mongu, sum í dag hava tørv á einum minni og bíligari heimi, enn tað sum finst á marknaðinum í dag, eisini fáa møguleikan at búleikast við Stórutjørn.

 

 

 

 

 

Nýggj starvsfólk á MAP

MAP hevur voksið um teknistovuna við trimum nýggjum starvsfólkum. Nina A. Arge, arkitektur, byrjaði 1. februar 2020. Hon er útbúgvin arkitektur á Arkitektaskúlanum í Aarhus og hevur starvast m.a. hjá SNA, Nordic Office of Architecture, Grafton Architects og Københavns Kommune. Rakul Árnadóttir Jakobsen er landslagsarkitektur, útbúgvin á KU í Keypmannahavn. Hon hevur áður starvast hjá SNA, Tórshavnar Kommunu, Sangberg Architects og Gróðurstøðini. Finnur Justinussen er byggifrøðingur, útbúgvin á KEA í Keypmannahavn og byrjaði eisini hjá MAP í mars 2020. Finnur hevur áður arbeitt hjá Enemærke & Petersen og er fyri uttan at arbeiða sum byggifrøðingur eisini í starvi sum framherji hjá Víkingi.
Vit ynskja teimum øllum vælkomnum!

 

 

 

Sethús hjá MAP við á “Paris Photo fair”

Paris Photo Fair er heimsins størsta fotostevna, hagar fólk úr øllum heiminum ferðast, at síggja hvat rørir seg innan myndaheimin.
The New Yorker skrivaði nýliga grein um 8 útvald myndafólk ið slóða leiðina í løtuni innan fotoheimin. Ein av útvaldu myndafólkunum er belgiska Charlotte Abromow, sum hevur gjørt myndarøð í Føroyum kallaða “They love Trampoline”.
Á myndunum síggjast fólk, føroyskt landslag og á einu myndini sethús á Velbastað, sum MAP arkitektar hava teknað í 2004.
Um myndarøðina sigur Abromow sjálv:
“These are portraits of inhabitants of the Faroe Islands. As a nondocumentary photographer, I was slightly terrified to leave my studio, but the landscapes were so photogenic that it didn’t matter that I had no control over the backdrop.
 “I set up the subjects in absurd situations, letting them choose objects from their daily life to pose with. They were incredibly welcoming and participative.
“Absurdity and surrealism have always been part of my work. And humor enables you to address serious or sad matters in a lighter way.
“The Faroes are a self-ruling Danish archipelago in the North Atlantic, but everyone I met had a map of the world at home. And a trampoline, although I never saw anyone jumping. I called the series ‘They Love Trampoline.’ ”
Les alla greinina hjá The New Yorker her

Nýtt starvsfólk á MAP

Nýliga bjóðaðu vit nýggjum starvsfólki vælkomnum á teknistovuna. Talan er um Katrinu á Bakkanum, sum er útbúgvin arkitektur frá Arkitektaskúlanum í Aarhus í summar í ár. Katrina hevur bachelor í “Nordic Architecture/Cultural Heritage” og kandidat í “Urban Design/Landscape Architecture.”
Katrina hevur harafturat arbeitt á teknistovuni Schonherr í Aarhus.
Vælkomin á toymið, Katrina!

Vestara skýlið í gerð

Vestara skýlið á Tórsvølli er nú niðurtikið og skjótt byrjar arbeiðið at uppføra nýggja skýlið og fer hetta at geva Tórsvølli eitt heildarútrykk, sum er á altjóða støði. Tað eru J&K Petersen sum standa fyri arbeiðinum og MAP hava teknað í 2???. Væntandi verður arbeiðið liðugt seinast í 2021.