MAP Arkitektar | Bloggur
Jónas Broncks gøta 5 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 551900 | map@map.fo
22629
paged,page-template,page-template-blog-large-image-whole-post,page-template-blog-large-image-whole-post-php,page,page-id-22629,page-parent,paged-2,page-paged-2,qode-social-login-1.0,qode-restaurant-1.0,ajax_fade,page_not_loaded,,select-theme-ver-4.2,side_area_over_content,wpb-js-composer js-comp-ver-5.4.4,vc_responsive

MAP tekna skúla í Fuglafirði

Fuglfirðingar fáa nýggjan barnaskúla, musikkskúla og nýtt bókasavn – alt í einum. Síðst í 2016 samtykti eitt einmælt býráð at gera eina partalagsavtalu við smápartafelagið Heildarverk, MAP arkitektar og ráðgevarafyritøkurnar SMJ og LBF (fyrr Landsbyggifelagið, red).

Sambært tíðindaskrivi frá kommununi er talan um størstu einstaku íløgu nakrantíð hjá kommununi. Tað skrivar kommunan, hóast endaligur byggikostnaður enn ikki er fastsettur.

Sambært kommununi er talan um ein nýhugsaðan bygning, har serliga náttúrulærugreinar verða hugsaðar inn í sjálva byggingina og innrættingina.

Bank Nordik í Grindini á KVF

Í 2015 gjørdi Kringvarp Føroya mentanarsending, har Eyðun Eliasan (arkitektur) ummælir Bank Nordik høvuðsætið, sum MAP arkitektar teknaðu í samstarvi við ZETA arkitektum.

Í sendingini hoyra vit Heidi Poulsen, sum var arkitektur á verkætlanini og Rúna Abrahamsen, verkætlanarleiðara, greiða frá hugskotinum handan bygningin.
Í dag er bygningurin nærum heilt liðugur og flaðið verður lagt á takið í hesum døgum.
 

Brotið úr sendingini kann síggjast her

 

MAP við í altjóða útgávu

MAP Arkitektar telist millum teknistovurnar í nýggjari altjóða bók um Norðurlendskan arkitektur. Bókin eitur Nordic Architecture: Ebbs & Flows, og er skrivað av David Sokol og útgivin av Arvinius+Orfeus.
Kringvarp Føroya gjørdi í 2014 samrøðu við Heidi Poulsen og Rúna Abrahamsen, eins og Onnu og Óla Rubeksen, hvørs sethús eru millum MAP bygningarnar í nýggju bókini.
 
Hoyr samrøðuna her