May 17, 2016
MAP tekna skúla í Fuglafirði
Fuglfirðingar fáa nýggjan barnaskúla, musikkskúla og nýtt bókasavn – alt í einum. Síðst í 2016 samtykti eitt einmælt býráð at gera eina partalagsavtalu við smápartafelagið Heildarverk, MAP arkitektar og ráðgevarafyritøkurnar SMJ og LBF (fyrr Landsbyggifelagið, red).
Sambært tíðindaskrivi frá kommununi er talan um størstu einstaku íløgu nakrantíð hjá kommununi. Tað skrivar kommunan, hóast endaligur byggikostnaður enn ikki er fastsettur.
Sambært kommununi er talan um ein nýhugsaðan bygning, har serliga náttúrulærugreinar verða hugsaðar inn í sjálva byggingina og innrættingina.