MAP Arkitektar | Fyrsta virðisløn fyri Stórutjørn
Jónas Broncks gøta 5 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 551900 | map@map.fo
23231
post-template-default,single,single-post,postid-23231,single-format-standard,qode-social-login-1.0,qode-restaurant-1.0,ajax_fade,page_not_loaded,,select-theme-ver-4.2,side_area_over_content,wpb-js-composer js-comp-ver-5.4.4,vc_responsive

Fyrsta virðisløn fyri Stórutjørn

Fyrsta virðisløn fyri Stórutjørn

MAP fekk 1. virðisløn fyri uppskotið til heildarætlan fyri økið við Stórutjørn. í kappingartoyminum vóru eisini Spenn ráðg.verkfrøðingar.

Masterplan Stórutjørn
Visualisering túnhús og grønur geiri web
visualisering 2 millum kráirn

 

Hvat er okkara leiklutur, vit sum hava fingið litið upp í hendur at planleggja eitt nýtt íbúðarøkið?

 

Okkara svar er: at vit mugu skapa karmar um eitt samfelag har tað er pláss fyri okkum øllum. Tað er ikki í lagi at summi ikki hava ráð til ein hóskandi bústað, tað er heldur ikki í lagi at fólk gerðast sjúk av einsemi. Tað er heldur ikki í lagi at vit tína náttúru og djóralív, tá vit skulu herberga okkum sjálvum.

Vit mugu vísa ábýrgd, hugsa í heildum. Geva tí smáa eins stóran ans og tí stóra.

Vit vilja skapa tún og torg har vit natúrliga hittast, vit vilja geva pláss fyri felagsskapinum og fyri einum vaksandi tilvitið um at tilfeingið er avmarkað.

Náttúruríkidømi hava vit bert til láns, tað skal handast víðari til tey næstu nógvu ættarliðini. Vit mugu gera upp við forbrúksmentanina og oyðsl, flestu okkara hava kortini ikki ráð til hana…vit skulu framvegis eiga, men vit skulu eiga minni og deila meira.

Í masterplaninum hava vit raðfest samveru millum menniskju framum bilin. Vit síggja fyri okkum at bilurin missir sítt symbolvirði og verður bert eitt flutningsakfar sum man kann eiga, leiga ella deila, alt eftir tørvi. Harafturímóti hava súkklur og Býarbussurin góðar umstøður í masterplaninum.

Meginreglan er, at ferðslan kann avgreiðast við so fáum koyrivegum sum gjørligt. Miðstaðarøkið og felagstún, har fólk halda til skulu vera bilfrí.

Miðstaðarøki er hjartað í masterplaninum. Har er borgarahús, matvøruhandlar, vakstrarhús og aðrir hentleikar, sum man hevur tørv á í dagligdegnum.

Tjørnin, Stóratjørn, er bindingarliðið millum ítróttarøkið móti vestri og frítíðarøkið móti eystri. Endamálið við báðum økjunum er at fáa fólk út at røra seg, antin til skipaða ítrótt ella til frítíðarlív. Felags fyri bæði økini er, at hesi eru fyri allar borgarar og ikki bert tey sum búgva við Stórutjørn.

Í Ítróttarøkinum eru stórar hallir til íðkan av ymsum ítróttargreinum.

Í Frítíðarøkinum liggur m.a. ein djóragarður sum tekur ímóti barnagarðs- og skúlabørnum til frálæru um djór og plantur. Eitt nú lata børnini uppliva lembingina um vári og luttaka í slaktinum um heystið.

Vit rópa íbúðarøkið við Stórutjørn “eina bygd í býnum”. Her er tað náttúran sum vinnur á býnum og fótprentið er ótætt.

Vit hava eina vón um at vit við hesum masterplaninum megna at varveita vistskipanina á økinum. Ein árinskanning á økinum vísur á, at har reiðrast fuglur sum er í kategoriini er “nærum hóttur” og “hóttur”.

Fyri at varðveita vistskipanina er umráðandi at varðveita so stóran part av Vát- og heiðalendinum sum gjørligt.

Og, sambært djórafrøðingi, so er møguligt at fuglurin framhaldandi fer at reiðrast her, eftir búsetingina. Men, tað krevur at fólki sum býr her gevur fuglinum frið, tá hann reiðrast og kettan, sum er argasti fíggindin hjá fuglinum, kann ikki vera partur av felagsskapinum við Stórutjørn.

Vit hava sum heild raðfest tætta bygging og fáa við hesum masterplaninum pláss fyri umleið 1000-1600 íbúgvar, til samanbering kann sigast at í Kollafirði eru á leið 1000 íbúgvar.

Í uppskotinum er lagt dent á at skapa samanhald millum grannar og at gera felagshentleikar, sum kunnu vera ov kostnaðarmiklir at eiga hvør í sínum lag.

Millum annað hava vit skotið upp eina bygningstypu sum vit kalla Túnhús.

Hetta eru matriklar sum eru nakað størri enn sethúsamatrikkul. Hetta tí at vit meina at hetta tilboðið manglar á húsamarknaðinum í dag. Túnhúsini eru tvær samansettar húsalongdir við 4-8 íbúðum. Við einum felagstúni og smærri bygningningum um túni sum kunnu rúma ymsum felagshentleikum. Eitt nú spælirúm, vakstrarhús, verkstaður, hjallur, gestakamar v.m.

Hetta kann vera eitt minni íbúðarfelag sum tú keypir teg inn í. Sum partur av fleiri verður húsakeyp el. Húsabygging ikki so møtimikil. Her kunnu fleiri ættarlið búgva í sama húsi og tó hava sítt egna.

Kráirnar eru bólkar av 34-38 búeindum, sum liggja rundanum eitt stórt bilfrítt felagsøki við felagshúsi, vakstarhúsi, urtagarði, spæliplássi og felags hentleikum so sum goymsla, hjallar, verkstað og gestaíbúðir til avvarðandi hjá íbúgvunum, ið koma til Hoyvíkar at ferðast. Hesar eru staðsettar við stórari virðing fyri heyggjunum og vøkru útsýnislinjunum fyri eystan.

Í øllum húsatypunum í masterplaninum viðmæla vit at leggja eina fleksibla hædd inn, sum kann leigast út ella inndragast í húsarhaldið alt eftir tørvið. Hetta gevur møguleika fyri at varðveita sín bústað gjøgnum alt lívið, óansæð, um ein hevur tørv á at víðka ella minka um búvíddina hjá sær. Á hendan hátt kunnu tey mongu, sum í dag hava tørv á einum minni og bíligari heimi, enn tað sum finst á marknaðinum í dag, eisini fáa møguleikan at búleikast við Stórutjørn.