Sambýlið á Mýrini Tórur á vitjan hjá MAP | MAP Arkitektar
Jónas Broncks gøta 5 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 551900 | map@map.fo
23301
post-template-default,single,single-post,postid-23301,single-format-standard,qode-social-login-1.0,qode-restaurant-1.0,ajax_fade,page_not_loaded,,select-theme-ver-4.2,side_area_over_content,wpb-js-composer js-comp-ver-5.4.4,vc_responsive

Sambýlið á Mýrini Tórur á vitjan hjá MAP

Sambýlið á Mýrini Tórur á vitjan hjá MAP

Í farnu viku fingu vit forkunnuga vitjan á teknistovuni, Tórur í Puntabyrgi og móðir hansara Diana í Puntabyrgi, hugdu inn á gólvið.

Tórur í Puntabyrgi hevur búð í Sambýlinum á Mýrini síðan 2004 ár. Hann er eisini uppvaksin í grannalagnum á Mýrini og flutti á Sambýlið sum vaksin. Í fjør varð gamli bygningurin sum hýsti sambýlinum á Mýrini, tikin niður. Nú verður so ein nýggjur bygningur bygdur, við 18 íbúðum.

Tórur í Puntabyrgi býr nú í fyribils bústaði á Argjum og sær fram til at nýggja sambýlið verður liðugt og at hann kann flyta heim aftur á Mýrina, men hesu ferð í nýggja íbúð.

Pápi Tór, Finn í Puntabyrgi, hevur havt egna byggifyritøku fram til 1985, sum kallaðist “Byggivirkið p/f  Finn í Puntabyrgi”. Tórur er tí alin upp í einum umhvørvi, har bygging hevur fylt nógv. Tað er við hesum áhuganum at Tórur fylgir byggiverkætlanini.

Vit varnaðust hansara stóra áhuga, tá LV bjóðaði til eina hátíðarløtu á Mýrini ísv at spakin varð settur í. Har fingu vit eitt prát við Tór og bjóðaðu honum at vitja okkum á teknistovuni.

Hann hevur síðan verkætlanin fór í gongd, vitjað á byggiplássinum á Mýrini fyri at fylgja við hvussu gongst og hevur nú eisini vitjað okkum á teknistovuni. Hann ynskti at síggja tekningar og hoyra hvussu vit í heila tikið arbeiða við eini verkætlan á teknistovuni. Tað sum kanska undrar, ikki bert Tór men tey flestu er, at tað tekur longri tíð at planleggja og tekna, enn tað tekur at byggja.

Tórur og vit her á teknistovuni eru sera spent at síggja hvussu Sambýlið fer at taka seg út og ikki minst spent at síggja um fólk fara at trívast.

Í innrættingini av sambýlinum er løgd orka í at skapa støð, bæði inni í bygninginum og eisini uttanfyri bygningin, sum skulu  stuðla undir, at fólk hava lættari við at liva eitt sosialt lív. Gransking hevur víst, at týdningamest fyri at liva eitt langt og gott lív er, at vit hava góð nærsambond við onnur menniskju.

Nógv er broytt síðan vit í Føroyum yvirtóku málsøkið og fólk við menningartarni, ikki longur nýttust at flyta av landinum, men verða búgvandi heima, nær við familju sína. Fyri nøkrum árum síðan varð gjørdur ein filmur um hvussu umstøðurnar hava verið hjá føroyskum familjum, sum høvdu børn við menningartarni. Her fylgja tey familjuni hjá Tóra.

Leinkja til filmin: “Tey í Puntabyrgi”

Tórur og Diana á teknistovuni
Sambýlið á Mýruni, visualisering sæð frá vesturi