MAP Arkitektar | Teknistovan
Jónas Broncks gøta 5 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 551900 | map@map.fo
21515
page-template,page-template-full_width,page-template-full_width-php,page,page-id-21515,qode-social-login-1.0,qode-restaurant-1.0,ajax_fade,page_not_loaded,,select-theme-ver-4.2,side_area_over_content,wpb-js-composer js-comp-ver-5.4.4,vc_responsive

Um okkum

Arkitektavirkið, MAP Arkitektar, var stovnað við tí stevnumiði, at teknistovan skuldi hava ein avgerandi leiklut millum føroysk arkitektavirkir, bæði við førleika og orku til at loysa stórar verkætlanir.
Síðani MAP Arkitektar varð stovnað, hevur teknistovan verið eitt framkomið arkitektavirki í Føroyum. Teknistovan hevur við sínum víðfevnda virkisøki, frá projektmenning og ráðlegging til innrætting og útinning, stjórnað fleiri stórverkætlanum í Føroyum.
Løgtingið er annað høvuðsverkið higartil, sum teknistovan hevur latið úr hondum. MAP Arkitektar avhendaði verkætlanina í 2008. Hitt høvuðsverkið, Skúlin á Argjahamri, ið varð avhendaður heystið 2011, er eitt tað størsta byggiverkið í Føroyum yvirhøvur.
Eigararnir eru Rúni Abrahamsen og Heidi Poulsen, ið eru útbúgvin cand.arch. á arkitektaskúlum í Danmark.

Tilgongd

Vit skapa arkitektur til lívið ið skal livast í norðuratlantshavi. Størsta avbjóðingin er avmarkaða tilfeingið og ógvisliga umhvørvið.
Í okkara arbeiði eru hesar umstøður, okkum ein varandi áminning um, at vit skulu virða náttúruna og menniskjuni sum her liva.

 

Genius Loci
Náttúran er okkara grundstøði
Veðurlagið okkara avbjóðing
Søgan okkara útgangsstøði
Mentanin okkara innihald
og
Vónin og vitið er okkara drívmegi

 

The concept of Genius Loci
Architecture is a thing of art, a phenomenon of the emotions, lying outside questions of construction and beyond them. The purpose of construction is to make things hold together; of architecture to move us. Architectural emotion exists when the work rings within us in tune with a universe whose laws we obey, recognize and respect. When certain harmonies have been attained, the work captures us. Architecture is a mater of “harmonies,” it is a “pure creation of the spirit.”
Le Corbusier, Vers une architecture

 

Burðardyggur arkitekturur
Mentunararvurin, søgurnar og livaða lívið undan okkum, er bæði rótfesti og okkara íblástur til nýtt skap og nýggjar skipanir.

 

Fremsta endamálið við arkitekturinum er at skapa karmar um tað góða lívið. Lívið verður dagliga livað í heiminum, á arbeiðsplássinum og í almenninginum. Við fokus á at skapa umstøður hjá einstaklinginum til at virka í egnum rúmið og at luttaka í felagsskapinum, virka vit til at skapa eitt betri samfelag.

 

Í einhvørji verkætlan er altíð ein spurningur um ein samleika, sum skal svarast. Hvørji afturljóð skulu hoyrast, hvør nýggj søga skal sigast og hvør gomul søga skal sigast av nýggjum. Vit leita eftir íblástri í materiella og immateriella tilfeinginum av myndum, náttúru, kvæðum, rytmum, skiftandi ljósið og manngjørdum sporum.

 

Burðardygg bygging
Hóast vit við 20 ára royndum vilja vit áhaldandi leita eftir skilagóðum og lønsomum loysnum. Við 50 túsund íbúgvum, eru tilfeingið  avmarkað og umráðandi at fáa sum mest burturúr.
Føroyar er eitt oyggjasamfelag, eitt samfelag sum er tengt at sjóvegis- og loftvegis ferðslu. Nærum allar tilfarsveitingar koma uttanífrá. Hetta merkir at vit mugu tillaga arkitektonisku loysnirnar við hesum í huga.