MAP Arkitektar |
Jónas Broncks gøta 5 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 551900 | map@map.fo
4
home,page-template,page-template-full_width,page-template-full_width-php,page,page-id-4,qode-social-login-1.0,qode-restaurant-1.0,ajax_fade,page_not_loaded,,select-theme-ver-4.2,side_area_over_content,wpb-js-composer js-comp-ver-5.4.4,vc_responsive

Arkitekturur til lívið í Norðuratlantshavi

Størsta avbjóðingin er avmarkaða tilfeingið og ógvisliga umhvørvið.
Í okkara arbeiði eru hesar umstøður, okkum ein varandi áminning um, at vit skulu virða náttúruna og menniskjuni sum her liva.
Les meira

Lívið á teknistovuni

Vit gera arkitektur til fólk. Okkara verkætlanir taka skap við útgangsstøði í hvussu fólk búgva, arbeiða, spæla og hugsa. Bygningarnir skulu vera í eygnahædd og vera karmur um felagsskap.
Felagsskapur er eisini nakað ið verður virðismett høgt í gerandisdegnum á teknistovuni. Fakliga og menniskjaliga samansetingin av toyminum á MAP ger teknistovuna fjølbroytta og føra fyri at loysa alskyns uppgávur.
Vit eru altíð áhugað at hoyra frá arkitekturáhugaðum og ynskir tú at gerðast partur av toyminum, ert tú vælkomin at senda umsókn og CV (umframt eventuelt portofolio) til okkum.
Les meira